Um meg

Takk fyri, at tú vitjaði mína heimasíðu. Endamálið við hesari heimasíðu, er at vísa ymiskar verkætlanir fram, ið eg havi havt gleði av at arbeiða við.

Hvør eri eg?

Eg eiti Nadya Eyðunsdóttir Joensen og eg búleikist í løtuni á Tvøroyri, her búgvi eg saman við unnusta mínum og okkara 3 synum. Mær hevur altíð dámt væl at fáast við kreativum arbeiði, bæði heima og á arbeiðsplássinum. Eisini dámar mær væl at hava fleiri bóltar í luftini samstundis.

Útbúgving
  • Cand.scient.techn í Virksemis- & Innovatiónsleiðslu (miðlaleiðslu), Aalborg Universitet CPH
  • Bachelor í Talgildari Konseptmenning, Københavns Erhvervsakademi
  • Akademiútbúgving sum Margmiðlasniðgevi, CPH Business
Starvsroyndir
  • Freelance grafiskt-, heimasíðu- og marknaðarføringsarbeiði (2008-2020)
  • Miðnámsskúlalærari í innovatión, miðlakunnleika, visuell marknaðarføring og kunningartøkni (2016-2020)
  • Handilsarbeiði, innkeyp, marknaðarføring o.a. (2005-2020)